Landsrætturin skal viðgera níggju revsimál

Landsrætturin skal viðgera níggju revsimál
Málini snúgva seg milllum annað um neyðtøku, harðskap, grovan narkotikakriminalitet og brot á ferðslulógina
Landsrætturin er í Føroyar hesa vikuna og í næstu viku. Níggju revsimál eru á skránni. (Savnsmynd)
 
11.03.2024 - 09:54

Meðan Eystari landsrættur er í Føroyum hesa vikuna og í næstu viku, skal rætturin avgreiða níggju revsimál. 

Eystari landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya rætti, og sum eru kærd. 

Ákæruvaldið og tann dømdi kunnu kæra dómar, sum Føroya rættur hevur sagt, til Eystara landsrætt.

Landsrætturin er vanliga í Føroyum tríggjar ferðir um árið.

Fáar avmarkingar eru, hvørji mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum, ymisk. 

Málini snúgva seg milllum annað um neyðtøku, harðskap, grovan narkotikakriminalitet og brot á ferðslulógina.

Dómarnir, sum eru sagdir í landsrættinum, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672