Jóhan og Flensburg ruddiliga omaná ímóti Eliasi og Kiel

Jóhan og Flensburg ruddiliga omaná ímóti Eliasi og Kiel
Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu sín fyrstu grannauppgerð á útivølli ímóti THW Kiel í seks ár
Mynd: dpa  
 
23.03.2024 - 20:31

Jóhan á Plógv Hansen og felag hansara, Flensburg-Handewitt, vóru ruddiliga omaná, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel tóku ímóti í norðurtýsku grannauppgerðini leygardagin.

Spælskiparin á føroyska landsliðnum hevði vunnið heiðurin sum besti ungi hondbóltsspælarin í heiminum dagin fyri, men hvørki hann ella hinir í hvítum fingu gjørt nakað við Flensburg, sum vann stórt, 33-26.

Jóhan á Plógv Hansen skeyt fimm mál upp á heili 10 royndir fyri Flensburg, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tríggjar ferðir fyri sebrurnar. 

 

Mugu satsa upp á Champions League

Sigursvanda felagið úr Kiel hevur ikki havt eitt serliga gott kappingarár í Bundesliguni í mun til sístu árini nógvu árini. Kiel vann meistaraheitið í 2020, 2021 og 2023, men eftir tapið í dag er endailiga staðfest, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir verða ov stuttir í ár.


Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel hava staðið seg væl í Champions League, og góður møguleiki er fyri at spæla seg í Final4. MYND: Ritzau / Scanpix

 

Í Champions League hevur hinvegin gingið væl higartil. Kiel vann sín bólk í kapping við millum annað Aalborg og PSG og hevur spælt seg í fjórðingsfinaluna, har antin Zagreb ella Montpellier bíða. Eydnast tað at vinna har, skal føroyski hondbóltssnillingurin royna seg í sonevnda Final4-umfarinum í Köln í juni. 

Flensburg er nú á 3. plássi í Bundesliguni, men fýra stig eru upp til Hákun West av Teigum og Füchse Berlin, sum framvegis eru eitt stig frammanfyri Magdeburg. Füchse Berlin tekur ímóti Balingen/Weilstetten sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756