Løgtingið skal samtykkja tjóðartrygdarpolitikk

Løgtingið skal samtykkja tjóðartrygdarpolitikk
Uppskot til samtyktar er lagt fyri tingið um tjóðartrygdarpolitikk, har millum annað verður sagt, at Føroyar skulu taka egna ábyrgd í trygdar- og verjupolitikki
Høgni Hoydal hevur lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um tjóðartrygdarpolitikk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2024 - 15:34

Fyrr í mánaðinum varð uppskot til samtyktar um tjóðartrygdarpolitikk lagt fyri tingið. Í uppskotinum, sum er sett upp í tíggju punkt, verður millum annað sagt, at øll millumtjóða trygdar- og verjupolitisk átøk, sum Føroyar onkursvegna eru partur av, skulu vera í samsvari við altjóða lóg; at Føroyar skulu taka egna ábyrgd í trygdar- og verjupolitikki; at átøk skulu setast í verk, sum styrkja sivilar trygdar- og tilbúgvarstovnar, og at Føroyar og sjóumveldi Føroyar skulu vera kjarnorkuvápnafrítt øki.

Uppskotssetarin Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, sigur, at tað hevur týdning, at Føroyar melda greitt út, at vit taka frástøðu frá øllum, sum brýtur altjóða lóg og mannarættindi.

 

Hoyrið samrøðu við Høgna Hoydal her:

 

Hogni_H_um_verju

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558