Bjarni Benediktsson verður helst nýggjur forsætisráðharri

Bjarni Benediktsson verður helst nýggjur forsætisráðharri
Samgongan millum Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin og Vinstru-grønu í Íslandi heldur fram
Bjarni Benediktsson verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi.
Mynd: Vísir  
 
09.04.2024 - 08:57

Bjarni Bene­dikts­son, sum er formaður í Sjálf­stæðis­flokkinum, verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi, skrivar Morgunblaðið.

Men hetta er ikki váttað.

Morgunblaðið skrivar eisini, at Sig­urður Ingi Jó­hanns­son, formaður í Fram­sókn­ar­flokkinum, verður fíggjarmálaráðharri.

Í øllum førum tykist vera greitt, at stjórnin hjá teimum trimum flokkunum heldur fram.

Sambært tí, sum Morgunblaðið sigur seg vita, koma eingi nýggj fólk í stjórnina.

Svandís Svavars­dótt­ir, sum hevur verið fyri nógvum atfinningum, tí hon steðgaði íslendsku hvalaveiðuni dagin fyri, hon skuldi byrja í fjør summar, fer í annan ráðharrasess.

Sjálfstæðisflokkurin fer ikki at taka undir við fráboðaða misálitinum, sum flokkur fólksins ætlar at koma við, um stjórnin hjá teimum trimum flokkunum heldur fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044