Blóðreyð tøl hjá Posta

Blóðreyð tøl hjá Posta
Hallið var 6,9 milliónir krónur í fjør. Men leiðslan arbeiðir við sparingum og øðrum tiltøkum fyri at betra um raksturin, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri
Hans Jákup Langgaard, stjóri í Posta.
 
03.05.2024 - 19:14

Posta hevði 6,9 milliónir krónur í halli í fjør. Í 2022 hevði Posta góða hálva millión í yvirskoti. Tað boðar felagið frá, nú ársroknskapurin er kunngjørdur.

Í fjør minkaði sølan 10 milliónir krónur, úr 134 milliónum niður í 124 milliónir krónur. Talið av brøvum minkaði heili 19 prosent í fjør.

Sum nota til ársfrágreiðingina verður staðfest, at fíggjarliga gongdin í 2023 var ikki nøktandi. Og av tí at framskrivingar fyri 2024 eisini vísa eitt rakstrarligt hall, arbeiðir leiðslan við sparingum og øðrum tiltøkum, sum væntast at betra um raksturin.

Gjaldførið undir trýsti 

Harumframt verður staðfest, at gjaldførislutfallið við árslok í 2023 er tepurt, men við støði í framskrivingunum av gongdini í gjaldførinum í 2024, væntar leiðslan, at felagið megnar at halda sínar skyldur í roknskaparárinum 2024. 

Um felagið ikki megnar at venda gongdini, kann tað tó ikki útihýsast, at felagið fær tørv á nýggjum kapitali í framtíðini, stendur í roknskapinum fyri 2023.

Hoyr samrøðu við Hans Jákup Langgaard, stjóra í Posta:
 

030524_Hans_Jakup_Langgaard

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120