Í morgin verður søkt eftir stjóra til Landsverk

Í morgin verður søkt eftir stjóra til Landsverk
Umsóknarfreistin verður til einaferð fyri summarfrítíðina, men starvið verður ikki sett fyrr enn eftir summarfrítíðina 
Nú eru skjótt triggir mánaðir, síðani Sigurd Lamhauge fór frá sum stjóri á Landsverki.
 
12.05.2024 - 12:57

Í morgin verður søkt eftir stjóra til Landsverk, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Umsóknarfreistin verður til einaferð fyri summarfrítíðina, men starvið verður ikki sett fyrr enn eftir summarfrítíðina. 

Sigurd Lamhauge segði stjórastarvið frá sær 21. februar.

Orsøkin var, segði hann, misálit frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, tí landsstýrismaðurin vildi ikki taka við ráðum frá Landsverki. 

Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðari á Landsverki, er virkandi stjóri á Landsverki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846