Hav Atlantic og Hav Nes hava lagt sandin upp á Sundi

Hav Atlantic og Hav Nes hava lagt sandin upp á Sundi
Skipini eru nú á veg av landinum, og tey verða ikki aftur í Føroyum, fyrr enn verkfallið er av
Hav Nes hevur sett kós móti Íslandi. (Savnsmynd: Navigare.fo)
 
17.05.2024 - 15:45

Tey bæði farmaskipini hjá Navigare, Hav Atlantic og Hav Nes, eru nú leys aftur. Hav Atlantic er á veg til Noregs, og Hav Nes hevur sett kós móti Íslandi. 

Týskvøldið vóru skipini, fullfermd við sandi, á veg á Sund, men skipini sluppu ikki at bryggju tí verkfall er.

Tey fóru síðani á Runavík, har tey vóru løgd.

 

Hav Atlantic er á veg til Noregs. (Savnsmynd: Navigare. fo)

 

Semja við arbeiðarafeløgini

Arbeiðarafeløgini hava gjørt semju við reiðaríið Navigare, soleiðis at skipini fingu tømt lastirnar á Sundi. Tey eru nú farin í vinnu aftur.

Álvur Højgaard, stjóri í Navigare, segði við Kringvarpið í gjár, at fingu skipini loyvi at lossa sandin úr lastunum, so fóru tey av landinum aftur. Og tey koma ikki aftur til Føroya, so leingi verkfall er.

Arbeiðarafeløgini hava gingið áheitanini á møti, og bæði skipini eru nú farin avstað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634