Nú er koyrandi aftur í Kollafjarðartunlinum

Nú er koyrandi aftur í Kollafjarðartunlinum
Eldur kom í brøytina beint uttan fyri tunnilsmunnan kollafjarðarmegin
Mynd: Rasmus Olsen  
 
23.05.2024 - 15:50

Dagført klokkan 16:

Eldurin er sløktur, og Kollafjarðartunnilin er nú opin aftur fyri ferðslu.

 

Eldur kom seinnapartin í eina gravkúgv, sum stóð á busssteðgiplássinum beint uttan fyri tunnilsmunnan kollafjarðarmegin.

 

Eitt dekk sprongdist av eldinum og slongdist einar 30 metrar burtur frá vegnum. Mett var tí, at tað var ov vandamikið at koyra fram við staðnum, har brøytin stóð.

 

Nú er eldurin sløktur, og tunnilin er opin aftur fyri ferðslu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. juni
Morgunlestur mánadagur 24. juni 2024
177126
Sunnudag 23. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
177135
Leygardag 22. juni
Morgunlestur leygardagur 22. juni 2024
176802
Fríggjadag 21. juni
RagnarRokk 20.juni 2024
176048
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125
Leygardag 22. juni
Video: 10mf, Jóansøka 2024
177123
Leygardag 22. juni
Video: 6mf_menn, Jóansøka 2024
177120