Semingsfundur millum HAK og FAG útsettur til í næstu viku

Semingsfundur millum HAK og FAG útsettur til í næstu viku
Støðan millum partarnar, sum eru í verkfalli, er óbroytt, sigur virkandi semingsmaðurin
Fróði Sivertsen, virkandi semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2024 - 09:24

Samráðingarfundurin, sum skuldi vera fyrrapartin í dag millum Havnar arbeiðskvinnufelag og Føroya arbeiðsgevarafelag, er útsettur, orsakað av forfalli.

Fróði Sivertsen, virkandi semingsmaður, sigur í stuttari viðmerking, at á fundinum millum partarnar mikudagin var avtalað, at tey skuldu hittast aftur í dag.

Nú er so er fundurin útsettur, men hann verður helst í næstu viku, sigur hann.

Støðan millum partarnar, sum nú hava verið í verkfalli í ellivu dagar, er óbroytt, sigur virkandi semingsmaðurin.

- Vit bíða, til vit fáa okkurt at arbeiða út frá, og eru altíð til reiðar at hitta partarnar, sigur Fróði Sivertsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028