Kommunuvalið: Freistin at stilla upp er 22. oktober

Kommunuvalið: Freistin at stilla upp er 22. oktober
Løgmálaráðið hevur kunngjørt freistir í sambandi við kommunuvalið, sum verður 12. november
Álvarsom andlitsbrá í ítróttarhøllini í Havn, tá atkvøðurnar á kommunuvalinum í 2024 vóru taldar upp.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.06.2024 - 08:41

Seinasta freist at koma við uppstilling til kommunuvalið 12. november er 22. oktober.

Løgmálaráðið hevur kunngjørt freistir í sambandi við kommunuvalið.

Og tær eru nógvar, stívliga 20. Tann fyrsta er 12. juli.

Tá kunnu sjófólk og onnur, sum ikki vænta at vera í Føroyum valdagin, atkvøða við brævi.

Valrætt og valbæri hava tey, sum eru fylt 18 ár og annars lúka hinar treytirnar um valrætt og valbæri til løgtingið.

Fólk skulu vera í fólkayvirlitinum  í avvarðandi kommunu í seinasta lagi tvær vikur fyri valið og framvegis búgva í kommununi valdagin.

Ríkisborgarar úr øðrum londum hava valrætt og valbæri, um teir havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini fyri valið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674