Katrin Joensen-Næs leikstjórnað Eivør “Upp úr øskuni”

Katrin Joensen-Næs leikstjórnað Eivør “Upp úr øskuni”
Eivør rísur upp úr øskuni sum fuglurin Fønix í nýggja sjónbandalagnum til sangin “Upp úr øskuni”, ið Katrin Joensen-Næs hevur leikstjórnað
Mynd: Rúni Friis Kjær  
 
04.06.2024 - 18:47

14. juni gevur Eivør út nýggja plátu, “Enn”, sum er hennara tíggjunda heildarútgáva.

Í sambandi við útgávuni, so fer Eivør á útgávutúr, har hon millum annað skal spæla á danska tungmálmsfestivalinum Copenhell. 

Men í sambandi við útgávuna “Enn”, so hevur Eivør eisini júst latið úr hondum nýtt sjónbandalag til sangin “Upp úr øskuni”, ið er eitt gotiskt rokklag. 

Tað er sera lovandi føroyski filmsleikstjórin Katrin Joensen-Næs, ið gongur á leikstjórabreytini á Danska filmsskúlanum, ið hevur leikstjórnað.

 

 

UPP ÚR ØSKUNI

Nevið mítt reyða
Veingjabreiðið vítt
Glóð er mítt eyga
upp úr øskuni

Syng út í myrkrið
Eg hoyri teg
Saman geva lyftini
upp úr øskuni

Rísa upp á svørtum veingjum
Svíva inn í náttina
Tú ert systir mín
Eimborin úr dimmum iva
Nú ert tú brennimerkt við mær
Og eg verji teg

Nevið mítt reyða
Veingjabreiðið vítt
Glóð er mítt eyga
upp úr øskuni

Syng út í myrkrið
Eg hoyri teg
Saman geva lyftini
upp úr øskuni

Sveima vit á sterkum veingjum
Stevna inn í vissuna
Tú ert systir mín
Eldroðin úr farnum ótta
Festir í eitt brimandi bál
Men tú verjir meg

Sveima vit á fríum veingjum
Svørja at vit vilja tað
Tú ert systir mín
Eiðfastar í hvørja aðra
Orðini brend á mína húð
Aldri svíkja teg

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040