Verkafólk hava fingið stóran part av reallønarmissinum aftur

Verkafólk hava fingið stóran part av reallønarmissinum aftur
Keypiorkan hjá verkafólkum verður umleið tann sama, sum hon var, áðrenn prísvøksturin tók dik á seg, sigur adjunktur í búskaparfrøði á Setrinum
Nýggi sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar hevur við sær, at keypiorkan verður umleið tann sama, sum hon var, áðrenn prísirnir fóru at hækka munandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2024 - 13:14

- Við 13 prosentum í lønarhækking og lønarlyfti fáa verkafólk ein stóran part av reallønarmissinum aftur. 

Tað sigur Tróndur Møller Sandoy, adjunktur í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. 

Prísvøksturin seinastu tvey árini hevur verið 10 prosent. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Keypiorkan hjá verkafólki verður umleið tann sama, sum hon var, áðrenn prísvøksturin tók dik á seg. Og í løtuni bendir nógv á, at tamarhald er fingið á inflatiónini.

 

Hoyr samrøðu við Trónd Møller Sandoy, adjunktur í búskaparfrøði, í útvarpstíðindunum: 

 

10062024_Trondur_M__Sandoy

 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
 
Nýggi sáttmálin
Talan er um tvey ára sáttmála.
Arbeiðarafeløgini siga, at sáttmálin um lønarlyft og lønarhækking gevur limum teirra 16,80 kr. um tíman, - tvs. 8,46 kr. fyrra árið og 8,34 kr. seinna árið.
Hetta eru 13 prosent. 
Serstaka lønarlyftið merkir, at 1. mai í ár hækkar tímalønin 3,75 kr. Og 1. mai næsta ár hækkar hon 3,50 kr.
0,8 prosent koma á eftirlønina 1. januar næsta ár, so hon verður 12 prosent.
Verkfallið vardi í fýra vikur.

 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610