Silvurligan: Taptu fyri finalistunum

Silvurligan: Taptu fyri finalistunum
Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum tapti sín síðsta dyst í Silvurliguni fyri Finnlandi, men føroyingarnir vóru væl nøgdir við avrikið í øðrum og triðja setti
10.06.2024 - 15:35

Føroysku flogbóltskvinnurnar settu punktum fyri ársins Silvurligu á heimavølli ímóti Finnlandi.

Finsku favorittarnir vunnu dystin við trimum settum móti ongum, men føroysku spælararnir vóru væl nøgdir við avrikið í 2. og 3. setti.

 - Vit spældu væl. Finnland er eitt lið, sum liggur ovarliga í bólkinum og helst fer at vinna, so vit eru nøgdar við avrikið hjá okkum í dag, segði Hanna Andreasardóttir Olsen.

 - Vit kempa ordiliga væl í verjuna, vit hava góðar servur, men vit stríðast eitt sindur í álopsspælinum, tí tær hava ein øgiliga høgan blokk.

 

Nøgd við landsliðssummarið

Landsliðið byrjaði við venjingum fyrst í mai, tá heimligu kappingarnar endaðu, og Hanna Andreasardóttir Olsen heldur, at tær hava tikið seg nógv fram, síðan venjingarnar byrjaðu, og venjarin, Cristian Imhoff, er samdur.

 - Vit taptu gamaní 3-0 í dag, men vit taka okkum fram dyst fyri dyst, og kvinnurnar stríðast fyri sakini. Tað sást eisini í dystinum í dag, segði venjarin.

Hvat kunnu tit taka við tykkum frá hesi kappingini?

 - Vit hava fingið nógv harðari mótstøðu í hesum dystunum, enn vit eru vanar við her heima, segði Hanna Andreasardóttir Olsen.

 - Tað læra vit nógv av og kunnu brúka tað til at betra okkum heima í feløgunum til næsta ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763