Ferðsuóhapp í Kaldbaksbotni

Ferðsuóhapp í Kaldbaksbotni
Ein bilur fór niðan av vegnum, men rakti fyrst bilverjuna móti sjónum. Umleið 100 metrar av bilverjuni er farin
 
15.06.2024 - 10:35

Eitt ferðsluóhapp var tíðliga í morgun, tá ein bilur kom koyrandi úr Kaldbak móti Kaldsbaksbotni. 

Bilurin rakti bilverjuna móti sjónum og bleiv slongdur í hegnið hinumegin vegin og fór útav niðan av vegnum.

Bilurin fór runt og er í sorið 

- 100 metrar av bilverjuni er oyðiløgd, verður sagt av løgreglustøðini.

Ein persónur var í bilinum, og viðkomandi er innlagdur á landssjúkrahúsið.

Tað er enn ikki greitt, um førarin var ávirkaður, men blóðroynd verður altíð tikin, og førarin skal avhoyrast, tá hann er tilreiðar til tess.

Førarin hevði sjálvur sloppið sær úr bilinum, tá hann var funnin.

Óhappið var fráboðað klokkan hálvgum fimm í morgun.

 

Mynd: Sigrún H. Brend

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954