Nú ber til at søkja um miðlastuðul

Nú ber til at søkja um miðlastuðul
2,9 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul í ár
Søkjast kann um miðlastuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur og til stuðul til ítøkiligar verkætlanir. (Savnsmynd)
 
01.07.2024 - 15:47

Freistin at søkja um miðlastuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur er fríggjadagin 30. august á middegi.

Freistin at søkja um miðlastuðul til ítøkiligar verkætlanir er fríggjadagin 27. september kl. 12.00.

Tað skrivar Almanna- og mentamálaráðið á heimasíðu sínari.

Allir sjálvstøðugir miðlar, ið hava ein ábyrgdarhavandi redaktør, og sum millum annað hava breitt redaktionelt tilfar, ið vendir sær til ein breiðan skara av brúkarum við aktuellum tíðindatilfari, kunnu søkja.

2,9 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini til miðlastuðul 2024.

30 prosent av játtanini verða latin grundað á lønarútreiðslur hjá viðkomandi miðlum í fjør.

70 prosent av játtanini verða latin verkætlanum, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502