Fleiri vilja vera lærarar

Fleiri vilja vera lærarar
73 hava søkt á læraraútbúgvingina í ár - í fjør vóru tey 52
Í miðal hava verið slakar 74,5 umsóknir til læraraútbúgvingina frá 2008 til 2024. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.07.2024 - 08:09


Fleiri umsóknir eru til læraraútbúgvingina í ár enn undanfarin ár.

Í ár vilja 73 gerast lærari, skrivar Skúlablaðið, sum sigur, at tey vóru 52 í fjør og 64 í 2022.

Flestar umsóknir vóru í 2016, tá 91 søktu um at sleppa í læraraútbúgvingina.

Í miðal hava verið slakar 74,5 umsóknir frá 2008 til 2024.

Í 2008, tá læraraútbúgvingin var skipað sum bachelorlestur á Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum, vóru 76 umsóknir til læraraútbúgvingina.

Hesi 17 árini eru komnar 1203 umsóknir til læraraútbúgvingina, skrivar Skúlablaðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531