Færri ferðafólk í Íslandi

Færri ferðafólk í Íslandi
Ísland hevur altíð verið dýrt, men nú er landið vorðið dýrari enn til dømis Noreg og Finnland
Marknaðarførslan hjá ferðavinnuni er heldur ikki líka góð sum hjá londum, Ísland kappast við, sigur ferðavinnustjórin. (Savnsmynd: Iceland Magazine)
 
11.07.2024 - 08:19

Ísland er ikki longur so væl umtókt hjá ferðafólki, sum tað var.

- Orsøkin er prísirnir, sigur Arnar Már Ólafsson, ferðavinnustjóri, við RUV.

Ísland hevur altíð verið dýrt, men nú er landið vorðið dýrari enn til dømis Noreg og Finnland.  

- Marknaðarførslan hjá ferðavinnuni er heldur ikki líka góð sum hjá londum, Ísland kappast við, sigur ferðavinnustjórin.

Tølini staðfesta tað, sum ferðavinnustjórin sigur.

 

 

Færri flúgva

Icelandair sigur, at ferðafólkatalið minkaði 16 prosent í juni, sammett við juni í fjør.

Eisini gistingarhúsini og onnur gistingarstøð, so sum tjaldstaðir, boða frá 18 prosentum færri gistingum í mai, skrivar RUV.

Ferðavinnustjórin sigur, at nógvu jarðsskjálvtarnir og nógvu eldgosini fingu ferðafólk at setast aftur.

- Men neiligu avleiðingar eru kortini ikki so ringar, sigur Arnar Már Ólafsson, ferðavinnustjóri, við RUV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037