655 tons eftir av kvotuni á Flemish Kap

655 tons eftir av kvotuni á Flemish Kap
Einki føroyskt skip er á Flemish Kap í løtuni. Klakkur, sum var á Flemish Kap, er farin at sigla heim
Klakkur, sum hevur roynt á Flemish Kap, er farin at sigla heim. (Savnsmynd)
 
18.07.2024 - 08:03

Nú eru 655 tons eftir av toskakvotuni á Flemish Kap í ár.

Kvotan er 2.617 tons. Og 1.962 tons eru fiskað, sigur Vørn.

Einki føroyskt skip er á Flemish Kap í løtuni. Klakkur, sum var á Flemish Kap, er farin at sigla heim.

Frystilínuskipini hava nú eginkvotur, so talan er ikki longur um at skunda sær at fiska, áðrenn felagskvotan, sum var, er uppi.

 

Eivind er eitt av frystilínuskipunum. Skipini hava nú eginkvotu á Flemish Kap. 

 

Størri kvota í ár

Kvotan er størri í ár enn hon var í fjør. Í fjør var toskakvotan 1.363 tons.

Limalondini í NAFO vóru samd um at loyva nógv størri heildarveiðu í ár.

Mest loyvda veiðan fór úr 6.000 tonsum í fjør upp í 11.700 tons í ár.

Føroyar eiga 22,35 prosent av heildarkvotuni. Tí vaks føroyska kvotan góð 92 prosent.

 

Útlitini góð

Á ársfundinum hjá NAFO, sum umsitir fiskastovnarnar á Flemish Kap, í fjør staðfestu limalondini, at útlitini fyri toskastovnin eru góð í ár og næstu ár. 

Umframt 2.617 tons av toski sleppa føroysk skip at fiska 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Kap í ár.

Rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank eru framvegis illa fyri.

Tí verður heldur ikki loyvt at fiska rækju har í ár. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523