Sól til 140 húsarhald

Sól til 140 húsarhald
Hiddenfjord hevur lagt 828 sólfatur, ella sólpanel, á tekjurnar á tveimum bygningum á smoltstøðini á Fútakletti 
Smoltstøðin á Fútakletti hjá Hiddenfjord. Sólpanelini venda í allar ættir.
Mynd: Hiddenfjord.  
 
23.07.2024 - 06:13

Hiddenfjord hevur lagt 828 sólfatur, ella sólpanel, á tekjurnar á tveimum bygningum á smoltstøðini á Fútakletti. 

Tey kunnu gera streym, sum svarar til streymnýtsluna hjá 40 húsarhaldum um árið, sigur Hiddenfjord.

Fyri tveimum árum kom eitt sólorkuverk á landstøðini hjá Hiddenfjord á havnarlagnum í Miðvági. 

Tað verkið ger streym, sum svarar til árligu nýtsluna hjá 25 húsarhaldum.

Í allar ættir

Eftir summarfrítíðina verður farið undir at seta upp enn eitt sólorkuverk á smoltstøðini á Fútakletti.

Tað fer at gera streym, sum svarar til nýtsluna hjá 75 húsarhaldum.

Elveitingarlógin var broytt í mai í ár. 

Nú ber til at útvega sólorku til egna nýtslu, og verður orkan frá hesum verkinum brúkt beinleiðis á smoltstøðini, sigur 
Hiddenfjord.

Sjúrður Ferjá, orkumennari hjá Hiddenfjord, sigur, at sólpanel á tekjum, sum venda suðureftir, gera mesta orkuna.

Men Hiddenfjord vil vera við til at útvega hagtøl og vitan um sólorku í Føroyum, so sólpanel eru løgd á allar síður, eisini norðursíðuna, sigur Sjúrður Ferjá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659