Nýggjur grunnur skal fíggja yrkisútbúgving, siga fakfeløg

Nýggjur grunnur skal fíggja yrkisútbúgving, siga fakfeløg
Fakfeløgini Samverk og Havnar handverkarafelag mæla til at stovna yrkisútbúgvingargrunn, sum arbeiðsgevarar og løntakarar rinda í
Grunnurin skal rinda lærlingum løn, meðan teir eru í skúla, er eitt uppskotið hjá teimum báðum fakfeløgum, sum vilja hava ein yrkisútbúgvingargrunn.
 
28.07.2024 - 11:38

Fakfeløgini Samverk og Havnar handverkarafelag mæla til at stovna yrkisútbúgvingargrunn, sum arbeiðsgevarar og løntakarar rinda í.

ALS kann umsita ein slíkan grunn, halda feløgini.

Grunnurin kann millum annað umsita lønarendurgjald til arbeiðsgevarar, tá lærlingar teirra eru í skúla. 

Stýrið fyri grunnin ger av, um lønarendurgjaldið skal vera 70, 80, 90 ella 100 prosent.

Grunnurin kann fíggja próvdómarar og Yrkisdepilin.

Grunnurin skal snøgt sagt bera kostnaðin av øllum tí, sum hevur við yrkisútbúgvingar at gera, tó ikki sjálvar skúlarnar. 

Tey 0,2 prosentstigini, sum ALS stýrið vil hava inngjaldið lækkað, kunnu fara í Yrkisútbúgvingargrunnin, umframt onnur 0,2 prosent, so inngjaldið verður 0,4 ella 0,5 prosent.

Haraftrat skal koma eitt stovnsgjald frá ALS, sum er 100 mió. kr., halda Samverk og Havnar handverkarafelag. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688