Ruth Vang: Ferðavinnan skal hava tíð at tillaga seg skipanina

Ruth Vang: Ferðavinnan skal hava tíð at tillaga seg skipanina
- Tað eru ymiskir mátar at krevja vegskatt frá útlendskum bilum, sum koma til Føroya, men skipanin skal vera ómakaleys, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.07.2024 - 17:28

Stendur tað til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, so skal vegskattur leggjast á útlendskar bilar, sum koma til Føroya. 

- Talan skal vera um eina ómakaleysa skipan, sigur Ruth Vang.

Tað er ikki vist, at hendan lógin kemur í gildi til 1. januar, tí ferðavinnan skal eisini hava tíð at tillaga seg hesa broytingina, sigur Ruth Vang.

Ætlanin um vegskatt á útlendskar bilar skal viðvirka til at fíggja ábøtur á veganetið.

Landsstýrið ætlar eisini, at el-bilar skulu rinda sama vegskatt, ella vektgjald,  sum vanligir bilar og eftir vekt.

Uppskot um tað kemur í løgtingið í vár, sambært løglistanum.

 

1688396

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604