Friðingarnevnd tekur avgerð nú í august

Friðingarnevnd tekur avgerð nú í august
Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu fer seinni í august at gera niðurstøðu um vindmyllurnar í Klivaløkshaga
Myllurnar fara at síggjast heiman av Sandi.
 
02.08.2024 - 05:32

Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu fer seinni í august at gera niðurstøðu um vindmyllurnar í Klivaløkshaga.

Tað sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, sum er formaður í nevndini.

Nevndin hevur fingið umsókn frá Elveitingareftirlitinum í Umhvørvisstovuni um prinsipielt loyvi at seta upp sjey vindmyllur vestan fyri Sands bygd, i einum ella fleiri hagapørtum í Klivaløkshaga.

Søkt er eisini um at sleppa at gera veg til myllurnar gjøgnum hagapartar í Fjallshaga.

Ástaðarfundur var 26. juni.

Sama um nakar kærir avgerðina hjá friðingarnevndini, skal málið eisini viðgerast í Yvirfriðingarnevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210