Føroyskur bátur undir illgruna fyri smugling

Føroyskur bátur undir illgruna fyri smugling
Íslendska løgreglan hevur handtikið tvey fólk
Skjóttgangandi báturin, sum íslendska løgreglan metir, er brúktur at smugla rúsevni úr Føroyum. Løgreglubilur í bakgrundini.
Mynd: RÚV – Hjalti Stefánsson  
 
09.08.2024 - 18:21

Illgruni er um, at ein skjóttgangandi bátur úr Føroyum er blandaður upp í innsmugling av rúsevnum í Íslandi

Tað skrivar íslendski tíðindamiðilin RÚV.

Stór politiatsókn var í Høfn í Hornafjørði í gjár vegna illgruna um rúsevnissmuling við bátinum, sum kom úr Føroyum um middagsleitið.

Sambært miðlinum siga keldur, at tveir persónar eru afturhildnir í sambandi við málið. 

Løgreglan fekk illgruna til manningina umborð á bátinum undir tolleftirliti í gjár. 

- Kanningararbeiðið er ikki komið langt og tí ber ikki til at siga meira, men løgreglan hevur fingið hjálp frá høvuðskanningareindini í Reykjavík, sigur Kristján Rúnarsson, leiðandi løgreglumaður í økinum, við RÚV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025