Lagaligur tollur settur á kinesiskar el-bilar

Lagaligur tollur settur á kinesiskar el-bilar
Tollurin, sum verður settur á kinesiskar el-bilar, verður lægri enn væntað
 
21.08.2024 - 15:52

Eykatollur verður lagdur á kinesiskar el-bilar, sum verða fluttir inn í ES. Men tað vísir seg, at tollurin verður lægri enn væntað, skrivar DR.  

Í juni bleiv fyribils tollur lagdur á kinesiskar el-bilar. Tá fór tollurin úr 17,4 prosentum og upp í 37,6 prosent, sum løgdust aftrat teimum 10 prosentunum, ið tollurin var frammanudan. 

>>Les eisini: ES revsar kinesiskar el-bilar við eykatolli

Nú verður eykagjaldið munandi lækkað, men tað er ymiskt, hvussu nógv tey ymsu bilmerkini skulu rinda. 

Tesla-bilarnir sleppa undan at rinda tey 20,8 prosentini, sum annars er álagt. Nú er tollurin níggju prosent. 

Kinesisku bilafyritøkurnar kunnu ikki njóta líka lág tollgjøld, men tollurin verður hóast alt niðursettur eitt sindur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457