Aspirantskipanin endurskoðast

Aspirantskipanin endurskoðast
Okkurt má gerast, um aspirantskipanin til skiparar og skipsførarar, skal vera nøktandi, heldur arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt tilmæli
23.08.2024 - 19:23

Ein arbeiðsbólkur handaði í gjár landsstýrismanninum í útbúgvingarmálum tilmæli um  loysnir, ið skulu gera aspirantútbúgvingina á Vinnuháskúlanum betri umtókta millum umsøkjarar.

Orsøkin er, at ov fá fólk nema sær skiparaútbúgving gjøgnum hesa skipanina.

Føroyska aspirantskipanin kom í gildi í 2015.

Arbeiðsbólkurin kemur við trimum høvuðspunktum, ið mugu betrast. 

1. At gera tað púra greitt, hvør hevur ábyrgdina av aspirantinum

2. Tað skal vera lættari at sleppa inn á útbúgvingina

3. At aspirantarnir - sum í Danmark - fáa betri samsýning tíðina teir eru umborð á skipi

Aspirantskipanin er lykilin til at fáa fleiri næmingar á skipara-útbúgvingarnar sum heild, tí umsøkjaratalið er støðugt minkandi, sigur Jón Helmsdal, undirvísingarleiðari á Vinnuháskúlanum og limur í arbeiðsbólkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. august
Vikuskiftið 23 august 2024
179583
Fríggjadag 23. august
Breddin - Arbeiðsmarknaðarkanning
179562
Fríggjadag 23. august
Morgunlestur fríggjadagur 23. august 2024
179331
Hósdag 22. august
RagnarRokk 22. august 2024
177501
Hósdag 22. august
RagnarRokk: Chris Bay um Silver Romance
177498
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. august
Veðrið
179582
Fríggjadag 23. august
Dagur & vika - teknmálstulkað
179571
Hósdag 22. august
UEFA Conference league: KÍ - HJK Helsinki
179547
Mikudag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179455
Týsdag 20. august
Veðrið
179437