Føroyskur dámur yvir mentanarnáttini í Reykjavík

Føroyskur dámur yvir mentanarnáttini í Reykjavík
Tónleikur, list, heimildarmynd, rithøvundaprát og føroyskur matur eru á skránni, tá skipað verður fyri Menningarnóttini í Reykjavík í morgin, leygardagin, 24. august
RSP fara á pallin sum partur av føroyska partinum av skránni til mentanarnáttina í Reykjavík í morgin, leygardagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.08.2024 - 15:37

Nú stundar aftur móti árligu Menningarnóttini í Reykjavík, har býurin er um at kóka yvir av mentan, veitslulagi og fólki í góðum lag.

Aftur í ár er føroysk list og listafólk partur av skránni fyri mentanarnáttina í íslendska høvuðsstaðnum, og í ár verður føroyska luttøkan størr enn vanligt. 

Sum vant skipar Sendistova Føroya, saman við Tórshavnar kommunu sum er vinarbýur Reykjavíkar, fyri tveimum tiltøkum á mentanarnáttini – eitt á sjálvari sendistovuni og hitt í Hørpuni.

Sí eisini: Skráin fyri føroyska partin av Menningarnóttini í Reykjavík

 

Borðreiða við føroyskum mati

Tiltakið á Sendistovu Føroya byrjar kl. 13, har verður borðreitt við føroyskum mati, Elinborg spælir nøkur løg og Gallarí Havnará sýnir list við Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn og Bárði Dal Christiansen.

Síðani verður verður føroysk konsert salinum Kaldalón í Hørpuni Knút, Elinborg og RSP. Kaldalón er minsti salurin í Hørpuni og er staðsettur á fyrstu hædd. 

Tiltakið í Hørpuni byrjar kl. 15.10. Eftir konsertirnar verður heimildarfilmurin "Heartist", ið snýr seg um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir, sýndur.


Úr heilmiildarfilminum "Heartist" (Mynd: Rógvi Rasmussen)
 

Hóast sjálv Menningarnóttin er leygardagin 24. august, so verður føroysk mentan eisini á skrá dagin eftir.

Sunnudagin kl. 16 skipar Norræna Húsið í samstarvið við Sendistovu Føroya fyri rithøvundakvøldi, har íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmunsson hevur samrøðu við føroyska rithøvundin Carl Johan Jensen um lív og verk hansara. Samrøðan verður á íslendskum.


Eliborg Pálsdóttir á pallinum í Fjósinum á ársins G! festivali (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Sunnukvøldið verður eisini møguleiki at hoyra føroysku tónleikararnar aftur, tá Elinborg, Knút og RSP trína á pall á kenda spælistaðnum Gaukurinn

 

Sí eisini: Skráin fyri Menningarnóttina í Reykjavík

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952