Lítil húski

Lítil húski
Í fjórða hvørjum húski í Føroyum býr bara eitt fólk 
19.440 húski eru í Føroyum.
 
26.08.2024 - 06:16

Í fjórða hvørjum húski í Føroyum býr bara eitt fólk. 

Hetta er størsti húskisbólkur í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Næststørsti bólkurin, sum er nærum eins stórur sum tey støku, er bólkurin, sum eitur tvey vaksin uttan børn.

Í tveimum triðingum av húskjunum í Føroyum eru eingi børn.

1. juli vóru 19.440 húski í Føroyum, 152 fleiri enn 1. januar. 

Húskini, har bara eitt er, eru vorðin 27 prosent fleiri seinastu árini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342