Íshelli í Íslandi smokkaði saman

Íshelli í Íslandi smokkaði saman
Eitt fólk hevur latið lív, og tvey onnur eru ikki komin afturíaftur
Leitingin við íshellið er tikin uppaftur í morgun.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
26.08.2024 - 08:30

Eitt fólk hevur latið lív og eitt annað fingið álvarsligan skaða, eftir at eitt íshelli nærindis Vatnajøkli í Íslandi í gjár smokkaði saman.

Tilsamans vóru 25 fólk í og uttan fyri hellið, tá ið tað hendi.

Fýra av teimum vórðu undir í kava og ísi, og hóast tað eydnaðist at fáa tvey teirra út, eru tvey onnur framvegis ikki komin afturíaftur.

Í morgun er leitingin tikin uppaftur, sigur íslendska politiið við Ríkisútvarpið.

Bæði tyrlur og servand bjargingarfólk eru við í leitingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672