Grønlendingar vænta minni inntøkur frá fiskivinnuni næsta ár

Grønlendingar vænta minni inntøkur frá fiskivinnuni næsta ár
Avgjøldini á fiski og skeljadjórum vera 12 prosent minni enn í ár
Rækjukvotan hjá grønlendingum er minkað 7.500 tons í ár, og hon minkar 7.500 tons aftrat næsta ár.
Mynd: Sermitsiaq  
 
27.08.2024 - 15:57

Í Grønlandi vænta tey minni inntøkur frá fiskivinnuni næsta ár. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 metir grønlendska landsstýrið, at inntøkurnar frá avgjøldunum á fiski og skeljadjórum - sonevnda tilfeingisrentan - fer at lækka 12 prosent næsta ár sammett við 2023. 

Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.

Tað eru fleiri orsøkir til, at landsstýrið væntar, at hesar inntøkurnar lækka.

 

Minni rækjukvota

Ein er, at rækjukvotan í Vesturgrønlandi minkar 7.500 tons næsta ár. Hon minkaði eisini 7.500 tons í ár. Við lækkaðari kvotu, minkar væntandi tilfeingisrentan frá rækjufiskiskapinum.

Ein onnur orsøk er, at prísurin á fiskavørum er tengdur at búskapinum í keyparalondunum.

"Útflutningsprísurin á fiskavørum úr Grønlandi er ikki støðugur, men er knýttur at útboði og eftirspurningi á heimsmarknaðinum. Tí er ongin vissa fyri, at ein ávís fiskavøra kann seljast fyri sama prís næsta, sum hon var seld fyri í ár", stendur í fíggjarlógaruppskotinum, sum var lagt fram herfyri.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439