Útlendingastovan fær nú avgerðarmyndugleikan

Útlendingastovan fær nú avgerðarmyndugleikan
Málsøkið kemur á føroyskar hendur, og hereftir verður tað Útlendingastovan, ið skal taka avgerðir um varandi loyvi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi
 
30.08.2024 - 12:15

Tann 1. septembur verður avgerðarmyndugleikin yvirtikin, so hesar avgerðir ikki longur skulu takast í Danmark.

Tað merkir ítøkiliga, at tað hereftir verður Útlendingastovan, ið skal taka avgerðir um varandi loyvi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi.

 

Sólva G. Dam er deildarleiðari á Útlendingastovuni. 

 

Talan er um allar umsóknir viðvíkjandi familjusameining, arbeiði, sjálvstøðug vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingum, granskarum, trúboðarum og samfylgjandi familju teirra og au pair.

Hinvegin fevnir avgerðarmyndugleikin hjá Útlendingastovuni ikki um øll øki, tí mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt verða framvegis viðgjørd og avgjørd niðri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29082024_Utlendingastovan

 

Tilsamans skulu eini 3.000 mál viðgerast og avgreiðast um árið, og tað svarar í miðal til 12 mál hvønn arbeiðsdag á Útlendingastovuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026