Kunnu nú søkja um undangóðkenning at byggja røktarheim í Hoyvík

Kunnu nú søkja um undangóðkenning at byggja røktarheim í Hoyvík
Í Røktarheiminum á Stórubrekku verða búpláss, røktaríbúðir og dagtilboð
Í nýggja røktarheiminum verða 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri, heimabúgvandi borgarar.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
04.09.2024 - 15:42

Nú er klárt hjá arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at byggja Røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík.

Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Sáttmáli varð í oktober í fjør gjørdur millum EYA og Tórshavnar kommunu, um at projektera nýggja røktarheimið. 

Í røktarheiminum verða 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri, heimabúgvandi borgarar.

Røktarheimið verður bygt oman fyri bygningin hjá Føroya Tele á einum øki, ið er 50.000 fermetrar til víddar. Bygningurin verður umleið 6.700 fermetrar.

Umframt tilboðini til eldru borgararnar, verða stórkøkur, vaskarí, høli til fysioterapi og ergoterapi o.a. í bygninginum.

Freistin at søkja um undangóðkenning er 13. september, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672