Bátastevnan fekk ársins herðaklapp

Bátastevnan fekk ársins herðaklapp
Eini 7-800 fólk vóru í morgun komin í ítróttahøllina í Vestmanna til morgunmat og hugnaløtu, har Bátastevnan fekk ársins herðaklapp frá kommununi.
Menninir aftan fyri Bátastevnuna í Vestmanna saman við borgarstjóranum. Vinstrumegin frá: Jan Haldansen, Jóhan Müller, Bjørg á Rógvi, Bárður á Steig Nielsen, Jónfinn Egilsnes og Áki Olsen
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
07.09.2024 - 16:47

Hæddarpunktið hesa løtuna var, tá ið Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, kundi avdúkað, hvønn borgara ella felagsskap kommunan heiðrar fyri upp á ein ella annan hátt at skara framúr og gera okkurt munagott fyri Vestmanna bygd.

Hesa ferð var tað Bátastevnan, ið fekk heiðurin, og eftir handanina fekk Hilmar Jan Hansen orðið á Jan Haldansen, sum er ein av teimum fimm, ið stíla fyri Bátastevnuni í Vestmanna.

- Vit høvdu ikki roknað við hesum, men eru fegnir um heiðurin, ið vónandi kann kveikja áhugan hjá øðrum at taka við, nú hugskotini hjá okkum kanska eru farin at fækka, helt hann.

- Bátastevnan er ein partur av tí stóra felagsskapinum, og hóast vit bara eru fimm, sum standa við ábyrgdini sum fyriskiparar, er øll bygdin við. Tá ið vit hava eftirmeting eftir hvørja stevnu, plaga eini 90-100 fólk at møta upp.

Mong góð uppskot
Fimm ymisk nøvn vóru í uppskoti at fáa ársins herðaklapp, og Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna, helt, at hóast øll uppskotini vóru góð, skaraði Bátastevnuna onkursvegna framúr.

– Og so er tað heilt fantastiskt at uppliva eina fulla høll, nú vit hava hesa løtuna á Vestmannadøgunum, sigur borgarstjórin, sum í morgun fegnaðist um at síggja vestmenningar, bæði heimabúgvandi og útlagnar.

 

Hesi hevur Vestmanna kommuna heiðrað:
2015 – Ársins borgari: Finnbogi Joensen
2016 – Ársins borgari: Pauli Magnussen
2017 – Ársins borgari: Páll Hellu
2018 – Ársins borgari: Jónfinn Egilsnes
2019 – Ársins borgari: Erla Olsen, eldra
2023 – Ársins herðaklapp: Elisabeth Hummeland
2024 – Ársins herðaklapp: Bátastevnan

New div after blockquote

Her kanst tú hoyra samrøðu við Jan Haldansen og Bjørg á Rógvi:

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Orknleikir '25 #3
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550