Veðurstovan: Nú kølnar…

Veðurstovan: Nú kølnar…
Í kvøld kemur hann høgt, og sum forsagnirnar síggja út í morgun, verður ættin norðan og útnyrðingur til seinnapartin fríggjadagin
Krúnufjall og Middagsfjall frost í erva 12.sept 2023.
Mynd: Ernst Vágsgarð, Landsverk  
 
09.09.2024 - 11:45

Saman við høgættini kemur heilt fitt av vindi mikudagin og hósdagin. Framrokningar vísa, at vit kunnu vænta, at hitalagið fer niður ímóti teim 4 stigunum, har sum vit vanliga seta markið fyri, at fjøllini gerast hvít. Tað verður um 2 dagar ella so.

 

Hvít fjøll er ikki vanligt í septembur

At fjøllini verða hvít í fyrru helvt av septembur, er ikki so vanligt. Vanliga mugu vit bíða til oktobur. Í fjør vóru fjøllini hvít 12. septembur, og so tíðliga hevur tað ikki verið í 24 ár – t.e. síðan 2000.

 

Fyrsti og síðsti hálkudagur

Hjá Landsverki skráseta tey fyrstu og síðstu hálkudagar – nær bilar hava verið úti við salti ella hava grivið kava.

Síðan 2000 er fyrsti hálkudagur í miðal 9. oktobur og tann seinasti á flaggdegnum, 25. apríl. At rokna miðaltøl eftir dagatølum í álmanakkanum er altíð áhugavert, men miðaltølini siga bert part av søguni.

Fyrsti hálkudagur seinastu 24 árini var í fjør: 13 september. Árið, har vit máttu bíða longst eftir hálkuni, var í 2001: 4. november. Tað eru næstan tveir mánaðir á muni.

Dagurin, tá ið seinasti hálkudagur er, skiftir nokkso nógv. Í 2011 var síðsti hálkudagur longu 29. mars, men í 2013: 23. mai – t.e. eisini næstan tveir mánaðar seinni.

 

Vetrarnir eru ikki drúgvir longur

Hesi árini síðan aldarskiftið hava vetrarnir ikki verið líka drúgvir, tá ið vit telja dagarnar, maskinurnar hjá Landsverki hava saltað og grivið kava.

Veturin 2010 – 2011 varð saltað og/ella grivið frá 18. oktober til 29. apríl – í 157 dagar. Hetta hevur verið tann stytsti veturin.

Tann drúgvasti var árið fyri, veturin 2009 – 2010. Tá varð grivið og saltað frá 22. september til 12. mai – í 227 dagar.

 

Seinasti dagurin, teir gróvu kava í 2013, var 23. mai. Hetta er eisini seinasta dato síðan 2000, at teir hava grivið kava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318