Ósamd um lógarheimild at friða fugl

Ósamd um lógarheimild at friða fugl
Tingmaður ivast í, um landsstýriskvinnan hevur lógarheimild til fuglafriðing út á 500 metrar úr landi
Fuglur í øllum oyggjum, ikki bara í ramsaroyggjunum, skal friðast fyri órógv ein part av árinum, er ætlanin við nýggjari kunngerð.
 
12.09.2024 - 06:25

Lógarheimildin er longu har, so ikki er neyðugt at fara í løgtingið við fuglafriðingini út á 500 metrar úr landi.

Hon kann tí gerast við kunngerð.

Tað heldur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Árna Skaale, løgtingsmanni.

Hann spurdi um ætlaða friðingina út á 500 metrar.

Hann spyr, um uppskotið um kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur er, er grundað á røttu lógarheimildina.

Lógarheimildin tykist í høvuðsheitum at vera til regulering í sambandi við oljuvinnu, sigur tingmaðurin.

Hann heldur tí, at friðingarnar í kunngerðini byggja á lógarheimild, sum upprunaliga tykist at hava annað høvuðsendamál. 

Ingilín D. Strøm sigur, at hon hevur heimildina í lógini um havumhvørvisvernd.

Hon hevur tí heimild frá løgtinginum at verja fuglastovnarnar móti neiligari ávirkan frá sigling og larmandi virksemi undir landi, sigur hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576