Eiga at fáa viðkomandi útbúgvingar, sum brúk er fyri

Eiga at fáa viðkomandi útbúgvingar, sum brúk er fyri
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur tað vera neyðugt at gera sær greitt, hvussu útbúgvingar og størv hóska saman
Mentamálaráðið hevur ikki megnað at lyft uppgávuna at útbúgva teir námsfrøðingar, brúk er fyri, heldur Tórbjørn Jacobsen. (Savnsmynd)
 
12.09.2024 - 13:50

Fólk í námsfrøðini eiga at fáa viðkomandi útbúgvingar í Føroyum, og umráðandi er eisini, at hesar útbúgvingar hóska til tað, hesi fólk skulu brúka tær til.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

 

Tórbjørn Jacobsen er borgarstjóri í Runavíkar kommunu. (Mynd: Hilmar Jan Hansen)

 

Hann heldur ikki, at Mentamálaráðið hevur megnað at lyft uppgávuna at útbúgva teir námsfrøðingar, brúk er fyri.

Hetta er ikki ein spurningur um eitt universitet ella ikki, men Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera neyðugt at gera sær greitt, hvussu útbúgvingar og størv kunnu passa saman.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

12092024_Torbjorn_og_utbugvingar

 

Runavíkar kommuna hevur ikki politiskt viðgjørt spurningin, um kommunan skal knýta seg upp í meritt-útbúgvingina av námsfrøðingum, sum Tórshavnar kommuna er farin undir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776