Asfaltgoymsla krevur onga umhvørvisgóðkenning

Asfaltgoymsla krevur onga umhvørvisgóðkenning
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Kim Durhuus, løgtingsmanni
Landsverk viðger árliga, hvørji umhvørvisátøk skulu gerast, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
 
17.09.2024 - 11:29

Asfaltsgoymslan, bitumengoymslan, hjá Landsverki í Hósvík krevur onga umhvørvisgóðkenning.

Tí hon er bygd, áðrenn lógin um umhvørvisgóðkenning kom í 1988.

Goymslan í Hósvík er frá 1977. Seinasti tangin er frá 1985. 

Hóast goymslan ikki hevur umhvørvisgóðkenning, hevur Umhvørvisstovan eftirlit við henni.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, sum hevur svarað Kim Durhuus, løgtingsmanni, sum spurdi um asfaltsgoymsluna í Hósvík.   

 

Frættu um ampa

Tá goymslan í Hósvík fekk bitumen í vár, frætti Landsverk um ampa av lukti, sigur landsstýrismaðurin. 

Landsverk ætlar tí at gera tillagingar í komandi útbjóðingartilfari, har størri krøv verða sett til umhvørvisspurningin.

Um hetta átakið riggar, fer tað vónandi at minka um luktin frá bitumenveitingini við skipi, og tá asfaltið verður lagt út, sigur Dennis Holm.

Millum annað ætlar Landsverk at seta filtur á bitumentangarnar.

Hann sigur, at Landsverk viðger árliga, hvørji umhvørvisátøk skulu gerast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735