Tunlar norður um Fjall: Vegastrekki verða gjørd av nýggjum

Tunlar norður um Fjall: Vegastrekki verða gjørd av nýggjum
Arbeiðið er seinkað, men gongst sum ætlað verður koyrandi í nýggju tunlunum um ársskiftið
Landsverk væntar, at koyrandi verður í nýggju tunlunum um ársskiftið.
Mynd: Livar Nysted  
 
19.09.2024 - 13:45

Ábendingar eru um, at undirlagið ikki er nóg gott, og at tað er orsøkin til, at asfaltið ikki heldur til tungu ferðsluna. 

Hetta líkist støðuni, tá vegirnir inni i Dølum eisini fóru illa eftir stutta tíð orsakað av vánaligum undirlagi. 

Tað heldur Steffan Klein Poulsen, tingmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum ein fyrispurning um arbeiðið at asfaltera vegirnar í og uttan fyri nýggju tunlarnar norður um Fjall.

 

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður.

 

Hann spyr millum annað, hví fleiri vegastrekkir í verkætlanini eru asfalterað av nýggjum, um undirlagið er nóg væl gjørt og hvat tilfar er brúkt til undirlag?

 

19092024_Steffan

 

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Landsverki. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Á nøkrum vegastrekkjum er tilfarið ov vánaligt, og tí má nakað av arbeiðnum gerast umaftur, ásannar Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Landsverki.

Verkætlanin er framvegis í gongd, sigur Sigurð Ólason Vang:

 

19092024_Sigurd_O__Vang


Sigurð Ólason Vang sigur, at gongst sum ætlað verður koyrandi í nýggju tunlunun norður um Fjall um ársskiftið. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483