Besta OL-úrslit hjá Føroyum

Besta OL-úrslit hjá Føroyum
Føroyska talvlandsliðið fekk sítt besta OL-úrslit higartil, hóast síðsti dysturin - ímóti krútsterku kekkunum - endaði við tapi
Mynd: savnsmynd  
 
22.09.2024 - 19:59

Føroyar taptu sín síðsta dyst á talvolympiaduni, men samanlagt er talan um besta OL-úrsliti hjá føroyskum landsliðið higartil.

Føroyingarnir taptu 1½ - 2½ í góðum dysti ímóti krútsterka kekkiska liðnum, og settu tvær tjúkkar strikur undir góða avrikið í Budapest.

Talvlandsliðið endaði nummar 52 av 188 londum - frammanfyri millum annað Danmark, Íslands og Finnland. Afturat hesum eydnaðist at fáa tveir IM-normar og ein altjóða meistara. Tað heitið hevur Høgni Egilstoft Nielsen tryggjað sær, skrivar Talvsamband Føroya.

 

Góðu Kekkia skarpan gang

Tað var um reppið, at tað eydnaðist at fáa javnleik ímóti Kekkia á síðsta degnum. Luitjen Akselsson Apol, sum vann í dystinum móti Avstralia í gjár, gjørdi aftur bart í dag. Við svarta fólkinum spældi hann sterka mótstøðumannin niður í einum sonnum fýrverki.

Høgni Egilstoft Nielsen fekk remis móti besta kekkiska telvaranum í fleiri ár, og leingi tóktist tað, sum fekk í hvussu er annar av brøðrunum úr Sandavági remis - ella kanska meira enn so - men endin var, at báðir taptu.  

 

Luitjen toppskjútti

Luitjen Akselsson Apol gjørdist føroyskur toppskjútti hesaferð. Fyri avrikið gongur hann meira enn hundrað ratingstig fram. Høgni og Rógvi ganga eisini eisini eitt sindur fram, meðan Helgi og John ganga eitt vet aftur.

 

OL-úrtøkan hjá føroysku telvarunum:

Helgi Dam Ziska  4 / 9  (- 10,4)

Høgni Egilstoft Nielsen 6 / 11 (+ 10)

Rógvi Egilstoft 4 / 10  (+4,2)

John Rødgaard 2½ / 5)  (- 15)

Luitjen Akselsson Apol 6½ / 9  (+ 110,8)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650