Sambýlið á Mýrini: Gloymdu koyristólarnar

Sambýlið á Mýrini: Gloymdu koyristólarnar
Landsgrannskoðanin hartar Landsverk. Hurðarnar á kømrunum út á altanirnar ov smalar til koyristólar
Fleiri ítøkiligir feilir vóru í bygninginum, tá ið hann varð avhendaður, sigur Landsgrannskoðanin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2024 - 15:05

Nógvir feilir vóru gjørdir, tá ið Sambýlið á Mýrini í Hoyvík var bygt. Tað sigur Landsgrannskoðarini í nýggju frágreiðingini.

Almannamálaráðið fekk ikki bygningin, sum biðið varð um, hvørki í nøgd ella góðsku.

Tað er niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini.

Fleiri ítøkiligir feilir vóru í bygninginum, tá ið hann varð avhendaður, sum gjørdu, at bygningurin ikki til fulnar var egnaður til tað brúkið, hann var ætlaður til.

 

 

Av manglum, sum Almannaverkið vísti á, vóru m.a.:

• Rampan, sum skuldi vera atgongdin til ovaru hæddina, var ikki gjørd.
• Gáttir vóru í bygninginum, hóast brúkarar eru, sum eru illa gongdir ella brúka koyristól.
• Hurðarnar á kømrunum út á altanirnar vóru ov smalar til koyristólar.
• Skinnaraskipan var ikki gjørd, sum Almannaverkið hevði ynski um.
• Baðirúmini vóru ikki gjørd sambært forskriftum til fólk, ið eru óhjálpin. Hvørki kummur ella vøsk vóru sett sambært forskriftum.
• Gólvini vóru ikki gjørd, sum bygginevndin hevði ætlað.
• Parkeringsøkið var asfalterað, hóast avtalað var, at tað skuldi vera grasarmerað.

Frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini vísir, at Landsverk hevur tikið avgerðir uttan um bygginevndina. Av tilfarinum í málinum sæst, at Landsverk hevur tikið avgerðir, har bygginevndin átti at havt verið tikin við upp á ráð. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736