- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helgi heima aftur í Hoyvík
Sigur tú Helgi Hildarson Hoydal, verður tú mestsum noyddur at siga H71 og Hoyvík eisini.
Hóast strikuspælarin hevur verið yrkisspælari í útlondum í sjey ár, tykist tað heilt natúrligt, at hann nú er aftur á barndómsfelagnum bæði sum spælari og venjari.
- Hetta er eitt deiligt lív at koma aftur til, sigur Halgi Hildarson Hoydal.
Hann er farin undir lestur á Setrinum, men nýtir stóran part av síni tíð í Hoyvíkshøllini. Hann venur fleiri av barna- og ungdómsliðunum hjá H71, og er traðkaður inn aftur á sítt gamla pláss á strikuni hjá besta mansliðnum.
- Eftir nógv ár í útlegd er tað gott at koma aftur og kenna á sær, at tú kanst geva okkurt aftur til tað felagið og tað staðið, har tú ert vaksin upp og hevur fingið gott í beinini, sigur strikuspælarin.
Skjáttuna fulla av royndum
Í 2017 fór tá 21 ára gamli strikuspælarin til Danmarkar at spæla fyri Odder. Tvey ár seinni lá leiðin til Viking HK í Norra, har hann spældi í trý ár, áðrenn hann skifti til Kristiansand IF.
Hesi árini hevur Helgi Hildarson Hoydal eisini spælt 41 landsdystir fyri landsliðið, sum hevur ment seg við rúkandi ferð og rakk EM-endaspælinum í Týsklandi í januar.
- Fyri meg hevur orsøkin til at spæla uttanlands altíð verið at lyfta føroyskan hondbólt og serliga at spæla á landsliðnum. Hesi bæði tingini hava altíð hingið neyvt saman fyri meg sigur Helgi Hildarson Hoydal.
Nú hann aftur er í Føroyum, hevur hann skjáttuna fulla av royndum, sum hann fegin vil lata víðari til ungar føroyskar hondbóltsspælarar.
- Tú hevur roynt nógvar ymsar hondbóltsfatanir ígjøgnum venjarar og viðleikarar, so mann hevur onkursvergna gjørt sær eina fatan av, hvat góður hondbóltur er, og hvat mann skal duga fyri at klára seg á einum høgum stigi, sigur Helgi Hildarson Hoydal.
H71 og nýggi gamli strikuspælarin hava fingið eina fína byrjan upp á kappingarárið, men Helgi Hildarson Hoydal verður ikki at síggja á vøllinum í bræði. Hann hevur nevniliga brotið sær albogan fyri aðru ferð, og má sita uttanfyri í eini tveir mánaðir.