Betri: Sjey kvinnur og 11 menn vald í umboðsráðið

Betri: Sjey kvinnur og 11 menn vald í umboðsráðið
18 sessir skuldu mannast hesa ferð - átta eru nývald og 10 afturvald
25 fólk stillaðu upp til teir 18 sessirnar, sum vóru tøkir til umboðsráðvalið í ár.
 
26.09.2024 - 08:26

Sjey kvinnur og 11 menn eru vald í umboðsráðið hjá Betri.

Seinastu vikurnar hevur borið til hjá tryggingartakarum hjá Betri Trygging, at greiða atkvøðu til Umboðsráðsvalið hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna. 

6.479 fólk greiddu atkvøðu. Hetta eru umleið 30 prosent av øllum tryggingartakarum hjá Betri Trygging, og valluttøkan er heldur størri enn undanfarin ár.

 

25 valevni til 18 sessir

25 fólk stillaðu upp til teir 18 sessirnar, sum vóru tøkir til umboðsráðvalið í ár. Av teimum 18 umboðunum eru átta nývald, og 10 umboð eru afturvald.

Flest atkvøður fekk Urd Potts úr Syðrugøtu. Hon fekk 592 atkvøður. Næstflestar fekk Anita á Fríðsriksmørk, hon fekk 516 atkvøður, og triðflestar fekk Jóngerð Nielsen, hon fekk 462 atkvøður. 

Nývaldu umboðini eiga sessin í fýra ár, men longu um tvey ár verður aftur val. Tá standa tey fyri vali, sum hava sitið í tvey ár.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Serfrøðingurin: At bjálva hús
208868
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Fólkafundur undir brúnni
208782