Viðmerkjari: Landsstýriskvinnan eigur at leggja frá sær

Viðmerkjari: Landsstýriskvinnan eigur at leggja frá sær
Málið fer at skapa so mikið nógv órógv í samgonguni, at tað fer at tarna politiska arbeiðnum í alt heyst, heldur Árni Gregersen
Ingilín D. Strøm og Aksel V. Johannesen, tá samráðst var um samgongu eftir løgtingsvalið í desember 2022.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.09.2024 - 13:11

Landsstýriskvinnan í bústaðarmálum eigur at leggja frá sær, áðrenn løgmaður noyðist at siga hana úr starvi.

Tað metir Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, sum var í Breddanum fyrrapartin. 

- Málið fer at skapa so mikið nógv órógv í samgonguni, at tað fer at tarna politiska arbeiðnum í alt heyst, heldur Árni Gregersen.

 

Árni Gregersen.

 

Løgmaður ger ongar viðmerkingar

Landsstýriskvinnan hevur fingið longda freist - til 7.oktober - at gera sínar viðmerkingar til fyribils niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.

Við útvarpið í dag sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hann ger ikki viðmerkingar til málið um Indilín D. Strøm, fyrr enn endaliga niðurstøðan fyriliggur.

Løgmaður ger samstundis greitt, at hann fer ikki at taka nøkur stig, fyrr enn hann hevur sæð endaligu niðurstøðuna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

26092024_Arni_um_Ingilin

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256