Silas meistari í miðling

Silas meistari í miðling
Seinnapartin í dag varð fuglakøni Silas Olofson heiðraður við Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins, tá ið Vísindavøkan endaði við miðlafagnaði.
Silas Olofson saman við Jón Brian Hvidtfeldt, ið vegna dómsnevndina seinnapartin kunngjørdi vinnarin av Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins
Mynd: Annika Sølvará/Granskingarráðið  
 
27.09.2024 - 20:49

Dómsnevndin segði millum annað í grundgeving síni, at Silas Olofson á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina, tí hann dugir sera væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljandi hátt.

Og í einum tilmæli til at geva honum miðlaheiðurslønina, verður millum annað sagt, at “Silas er eitt livandi leksikon, ein fyrimynd og ómetaliga dugnaligur at greiða frá. Eingin spurningur er ov býttur, tí hann svarar altíð í eygnahædd.”

Sjálvur var Silas Olofson ovfarin av at fáa heiðurin og helt fyri, at hann næstan fór á flog, tí hetta hevði hann ikki væntað:

- Eg havi altíð havt áhuga fyri fuglum, men tað byrjaði við einum lærara í Fuglafirði, Aleksandur Kristiansen, sum gav sær tíð at svara og dugdi at kveikja áhugan, segði hann.

- Serliga eri eg takksamur fyri heiðurin, um hann kann kveikja áhugan fyri náttúruni. Vit hava eina heilt fantastiska náttúru at verja, segði Silas Olofson millum annað í síni takkarrøðu síni.

Vísindavøkan, sum hevur ferðast kring landið síðani hálvan henda mánaðin, endaði seinnapartin við miðlafagnaði í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

Hoyr takkarrøðuna hjá Silas Olofson her:

2024-09-27-Silas-Olofson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928