Tryggleiki fyri báðar partar

Tryggleiki fyri báðar partar
Tað sat ikki væl hjá Súsonnu Mortensen, at mamman skuldi búgva einsamøll í einum stórum húsum í Klaksvík, so tær funnu eina loysn, sum báðar eru glaðar fyri.
Gott pláss er í húsunum í Kvívík til Súsonnu, Eyðun og Jórun Jàkupsdóttir
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.10.2024 - 10:50

Hjá nógvum eru eini hús ein lívslong verkætlan, sum broytir seg alt eftir, hvussu lívið formar seg, og hvussu tørvurin broytist.
Frá at vera tveyeini til at hava húsið fult av børnum, til tað aftur verður tómligt, og hvat er so at gera?

Man kann, sum Súsanna Mortensen og maðurin Eyðun, gera eina eldravinarliga íbúð í kjallaranum, har mamma Súsonnu, Jórun Jákupsdóttir, flytir inn.

- Fólk spyrja okkum, hví vit ikki selja hesi stóru húsini og fáa okkum eitt minni heim, men børnini, sum eru niðri, koma jú heim í ferium og skulu hava eitt stað at búgva, sigur Sùsanna um stóra heimið, sum liggur í Kvívík.

Heldur enn at skula seta føtur undir egið borð aðrastaðni, byrjaðu tey at spæla sær við tankan um at gera eina íbúð til mammuna, Jórun, sum saman við manninum búði í Klaksvík, tí tey hildu tað vera so langt at fara, tá tey gomlu fingu brúk fyri hjálp seinni í lívinum.

- Hetta var bara ein tanki, sum vit spældu okkum við, áðrenn vit yvirhøvur spurdu tey, um tað hevði áhuga, sigur Súsanna.

- Tankin var góður, men vit vóru als ikki har, sigur Jórun XXX, sum tó brádliga misti mannin, og sat einsamøll eftir við einum alt ov stórum húsum í Klaksvík.

Jórun hálvur kvívíkingur, so tá Súsanna og Eyðun søgdu, at tey nú fóru undir at gera íbúðina í kjallaranum, ja so var Jórun klár.

Húsini í Klaksvík leigar ein ommusonur við familju, sum flutti heim aftur eftir lestnað, so tey eru enn í familjuni, og Jórun vendi nøsini móti heimbygdini.


 

Tvey húsarhald
Har eru tó nakrir tankar, sum skulu gerast og nakrar samrøður ið skulu havast, tá tvey húsarhald skulu vera undir sama taki, tí hvussu nógv vil man vera saman og hvør sær, og hvussu trygg eru tey gomlu, sum siga húsini frá sær fyri at flyta inn til børnini?

- Vit eru jú tvær sjálvstøðugar kvinnur, ið hava havt hvør sítt lív, og tað ætla vit okkum at halda fram við, sigur Súsanna.

Húsini hava eina trappu, sum gongur úr loftshæddini í kjallaran, men hon verður ikki tann, ið skal brúkast, tá tær vitja hvørja aðra, tí eftir ætlan fara tær at nýta úthurðina.

- Ja, tað er týdningarmikið, at vit ikki slíta gáttina hjá hvørjari aðrari, tí vit hava jú hvør sítt lív, sigur Jórun.

Fert tú úr einum stórum sethúsum og í eina væl minni kjallaraíbúð, hevur tað við sær, at sorterast skal væl í tingunum, men tað er ikki ein trupulleiki, heldur Jórun.

- Eg havi fingið tað við mær, sum eg vil hava, og eg havi eisini verið við í prosessini, tá íbúðin bleiv gjørd, so eg havi gjørt vart við, hvat eg vil hava og ikki hava.

Eitt, sum tær báðar eisini eru samdar um, er, at tær skulul hava ein leigusáttmála, soleiðis at Jórun kann kenna seg trygga í íbúðini, tí sum hon sigur, so er tað ein mannarættur at hava eitt stað at búgva. 


 

Møtumikil avgerð
Nógv eldri hava trupult við at taka hesar avgerðirnar, tá tað kemur til eina framtíð, har tey fara at orka minni og hava brúk fyri smærri bústøðum.

- Tey vita tað væl, men hava lyndið til at skumpa tað frá sær. Tá er gott at hava onkran annan, sum hevur gjørt tað og kann leggja lag á, sigur Jórun og heldur fram, at tað er møtumikið at skula gjøgnum øll tingini, og taka støðu til, hvat skal vera verandi og hvat skal út, tá fermetrarnir skulu minkast.

Nógv skal út á rótikassar, seljast ella tveitast burtur, og Jórun sigur seg vera hepna, at sumt kundi vera standandi, tí onkur skuldi inn í húsini í Klaksvík, men tað er strævið heldur hon.

Fyrimunirnir
Har eru fyrimunir fyri bæði mammu og dóttur, heldur Súsanna, tí eingin orsøk er til at gera fleiri døgurðar, tá tey kunnu eta saman. Eingin orsøk er heldur at sita einsamøll hvør í sínum lag.

Tað, at hava eina aldrandi mammu nær heldur enn longri burturi er sanniliga ein fyrimunur, sjálvt um Jórun enn er væl fyri og arbeiðir við hvørt.

Og so er tað gott at vita, at húsini í Klaksvík ikki skulu haldast, heldur Jórun. 

- Man fær ikki røkt alt, tá man verður eldri, og tað sær man væl, at hús ikki eru í eins góðum standi, tá fólkini eru eldri. Tað er gott at sleppa undan at hugsa um, at húsini treingja til máling ella onkra umvæling, leggur hon afturat.

Vansarnar skulu tær leita leingi eftir, um tær bara ansa eftir.

- Vit hava tosað um tað, og einasta vansan vit kundu hugsað okkum var, um vit slitu gáttina hjá hvørjum øðrum í tíð og ótíð, men tað liggur so ikki í kortunum, sigur Súsanna. 

Báðar eru tær tó samdar um, at tær nokk skulu klára at siga frá, um okkurt stingur seg upp, sum tær ikki hava fingið tosað um áðrenn.

Hoyr samrøðu við tær báðar her
 

1701156

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321