Orbán fekk kalda móttøku í ES-tinginum

Orbán fekk kalda móttøku í ES-tinginum
Forkvinnan í ES-nevndini fanst hvassliga at røðuni hjá ungarska forsætisráðharranum, sum í løtuni hevur formansskapin i ES
Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn, sum hevur formansskapin í ES í løtuni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2024 - 16:12

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, fekk kalda móttøku, tá hann helt røðu í ES-tinginum í dag. 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, fanst hvassliga at Orban, og at Ungarn framvegis samstarvar við Russland á fleiri økjum. 

Tað skrivar danska kringvarpið.

Viktor Orbán var annars møttur í ES-tinginum fyri at tosa um raðfestingarnar fyri ungarska formanskapin. 

Viktor Orbán hevur í fleiri førum gjørt tað øvuta av tí, sum forkvinnan í ES-nevndini  og flestu limalondini eru vorðin samd um at gera, síðan kríggið í Ukraina byrjaði.

 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, fanst hvassliga at Viktor Orbán og segði, at ES-londini fara framvegis at stuðla Ukraina. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Eiga at hava gott samband við Putin

Í staðin fyri at lata Ukraina stuðul, heldur forsætisráðharrin í Ungarn tað vera týdningarmikið framvegis at hava gott samband við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Hann heldur tað vera skeivt, at ES er í parti við Ukraina. Í staðin áttu ES-londini at trýst eina vápnahvíld ígjøgnum, so at friður verður millum partarnar.

Men tað tekur Ursula von der Leyen als ikki undir við.

- Vit evropearar hava ymisk mál, men tað er onki evropiskt mál, har tað at yvirgeva seg, er tað sama sum friður, sigur hon, og ger púra greitt, at ES-londini fara framhaldandi at stuðla Ukraina. 

Eftir røðuna reistust fólk í salinum og klappaðu fyri henni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977