Ísland: Forsetin hevur fund við allar flokkar í dag

Ísland: Forsetin hevur fund við allar flokkar í dag
Halla Tómasdóttir fer seinni í vikuni at taka støðu til áheitanina frá Bjarna Benedikstsson, forsætisráðharra, um at skriva út val í ótíð
Halla Tómasdóttir, forseti, boðaði fyrrapartin frá, at hon fer at hava fund við allar flokkar í altinginum í dag.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
14.10.2024 - 11:50

Halla Tómasdóttir, forseti Íslands, fer hava fund við allar flokkar í altinginum í dag, eftir at Bjarni Benediktsson, forsætisráðharri í gjár sleit samgonguna millum Sjálf­stæðis­flokkin, Framsóknarflokkin og tey Vinstru grønu.

Fundurin verður á skrivstovuni hjá forsetanum.

Fyrrapartin segði Halla Tómasdóttir, forseti, at hon seinni í vikuni fer at taka støðu til áheitanina frá Bjarna Benedikstsson, forsætisráðharra, um at senda altingið til hús og at útskriva val at vera 30. november:

 

14102024_Halla_Tomasdottir

 

Sjálf­stæðis­flokkin, Framsóknarflokkin og tey Vinstru grønu í Íslandi hava sitið í stjórnarsamgongu í sjey ár.

Bjarni Bene­dikts­son, for­sæt­is­ráðharri, vil hava altingsval 30. november. Hetta valskeiðið varar annars til 24. september næsta ár.

Tey Vinstru grønu vildu hava val næsta vár.

Meiri verður at frætta um politisk u støðuna í Íslandi í tíðindunum klokkan 12.20.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963