Leita eftir goymslu til lívfrøðiligar og evnafrøðiligar royndir

Leita eftir goymslu til lívfrøðiligar og evnafrøðiligar royndir
Hølini til Havstovuna skulu vera lætt atkomulig og helst í miðstaðarøkinum, og tá telur sunnari partur av Eysturoynni við
Fróðskaparsetrið hevur gjørt av at brúka kanningarstovurnar í Nóatúni aftur. Hetta eru kanningarstovurnar, sum Havstovan hevur brúkt seinastu árini. 
 
15.10.2024 - 08:22

Havstovan leitar eftir goymslu at leiga til lívfrøðiligar og evnafrøðiligar royndir.

Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg, ella í parti av bygningi. 

Hóskandi stødd er 300 til 400 fermetrar, og hølið skal vera triggjar til fýra metrar høgt.

Hølini skulu vera lætt atkomulig og helst í miðstaðarøkinum, og tá telur sunnari partur av Eysturoynni við.

 

Bacalao ikki egnað

Havstovan hevur atgongd til part av goymsluni í fyrrverandi frystigoymsluni í aðru hædd á Bacalao. 

Men tey hølini hava vánaliga atkomu, og eru yvirhøvur illa egnað.

Leigumálið varar í fimm ár, og kann í serligum umstøðum vera longur. 

Fróðskaparsetrið hevur gjørt av at brúka kanningarstovurnar í Nóatúni aftur, kanningarstovurnar, sum Havstovan hevur brúkt seinastu árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852