Merktu grindahvalirnir ferðast suðureftir

Merktu grindahvalirnir ferðast suðureftir
Hvalirnir, sum vóru merktir á Klaksvík, hava ferðast 1200 fjórðingar
Grindahvalir vóru merktir í Klaksvík fyri einum mánaði síðani.
 
15.10.2024 - 15:59

Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri einum mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir.

Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og hon er nú komin suður á 52. breiddarstig. Ferðin er í miðal tveir fjórðingar um tíman, so hon mest sum damlar suðureftir, skrivar Havstovan.

 

Blá og grøn strika eru hvalirnir, sum vóru merktir á Fuglafirði. Reyð og ljósareyð strika eru hvalirnir, ið vóru merktir á Klaksvík. (Mynd: Havstovan)

 

Merkta grindin úr Fuglafirði, ið nú hevur verið merkt í hálvan annan mánað, hevur yvirhøvur hildið seg longri norðuri -  í seinastuni mest í hellingini norður av Rockallbankanum.

Seinastu tveir dagarnar hevur hon aftur ferðast norðureftir, og er nú komin norður í dýpið millum Ytra- og Ytstabanka, verður sagt av Havstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672