- Tíðindi, mentan og ítróttur
Váðameting: Breiðari vegbreyt og trygdarrúm í Suðuroyartunlinum
Enn ein váðmeting er gjørd av Suðuroyartunlinum.
Tað er tunnilsfelagið, ella P.f Suðuroyartunnil, sum hevur latið frágreiðingina gera, eftir at tað kom fram, at ráðgevarafyrtøkan SWECO hevði gjørt eina meting av tí loysnini, sum tunnilsfelagið bygdi sína kostnaðarmeting á - nevniliga frágreiðingin "Risikovurdering, forprosjekt Suðuroyartunnilin" - sum norska felagið Norconsult hevur gjørt.
Metingin hjá SWECO fanst hvassliga at trygdini í verkætlanini hjá Norconsult, sum ikki hevði tey trygdarátøk, sum SWECO sjálvt hevði í síni váðameting, ið var gjørd árið fyri, og sum Landsverk bað um.
Nýggja verkætlanin, sum Norconsult gjørdi, var munandi bíligari enn tað, sum Landsverk fyrr hevði sagt, at ein Suðuroyartunnil fór at kosta.
Skerd verkætlan
Tað var eisini ein skerd verkætlan, bæði viðvíkjandi stødd og trygd, samanborið við projektið hjá SWECO.
Eitt nú fór tunnilin frá at vera 10,5 metrar breiður - tað vil siga, sum Eysturoyartunnlin - til at vera níggju metrar breiður, ella sum Sandoyartunnilin í breidd.
Haraftrat vóru hvørki trygdarrúm ella rýmingarleið, sum SWECO setti sum minstakrav í síni váðameting frá 2022.
Eisini ein sokallað PA-skipan var slept. Hetta er ein ljóð- og ljósskipan, sum kann leiða fólk til trygdarrúm í tunlinum, um eldur skuldi komið í, og tunnilin fyllist við royki.
Sum grundgeving fyri at sleppa PA-skipanini, skrivar Norconsult, at eingin grund er at hava eina skipan, sum skal leiða fólk til trygdarrúm, tá eingi trygdarrúm eru.
Nýggja metingin, sum P.f. Suðuroyartunnilin hevur bílagt, er frá Niels Peter Høj, sum hevur fyritøkuna Hoj Consulting í Sveis.
Hon eftirmetir váðametingina, sum Norconult gjørdi av byggitíðarskeiðnum, váðametingina av tunlinum, tá hann er liðugur, og av metingini hjá SWECO av loysnini hjá Norconsult. Haraftrat eftirmetir hon váðametingina hjá Sintef um trygd í byggitíðini.
Sandoyartunnilin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Spurnatekin við somu viðurskifti
Yvirskipað setur frágreiðingin hjá Hoj Consulting spurnatekin við somu viðurskifti í projektinum hjá Norconsult, sum SWECO gjørdi. Tó eru orðingarnar nakað væl rundari, og í staðin fyri at siga, at tað manglar, stendur, at tað eigur at verða kannað, um tað átti at verið partur av projektinum. Og um tað fíggjarliga loysir seg.
Viðurskiftini, sum talan er um, eru sum nevnt, at tunnilin skal vera níggju metrar breiður og ikki 10,5 metrar, sum upprunaliga projektið var. Tað merkir heilt ítøkiliga, at roykurin ferðast skjótari, og tað kann vera torførari at venda einum bili inni í tunlinum.
Haraftrat verður sagt, at eingin frágreiðing er um, hví Norconsult ikki heldur tað vera neyðugt at hava trygdarrúm og PA-skipan, og ein grundgeving manglar fyri, hví man hevur avgjørt ikki at gera ein paralellan tunnil, sum hevði verið tann rætta loysnin fyri ein so langan tunnil.
Sostatt er metingin, at hesi viðurskifti eiga at vera kannað í tí, sum verður kallað fasa 2, ella detailprojekteringini.
Sostatt sigur frágreiðingin, at tað ber til at gera ein tryggan tunnil til Suðuroyar eftir hesi skipan, men heitt verður staðiliga á tunnilsfelagið at kanna millum annað møguleikarnar fyri trygarrúmum fyri hvørjar 500 metrar, at gera tunnilin breiðari, og eisini verður mælt til at hava eina sokallaða PA-skipan.
Haraftrat eigur at verða umhugsað at hava sløkki- og bjargingarlið við báðar tunnilsmunnarnar, og at eftirlit verður við tunlinum alt samdøgrið, til tess at tryggja, at fólk fáa boð, um eldur kemur í onkustaðni í tunlinum.
Eisini eigur at verða kannað, um tung ferðsla í tunlinum eigur at verða avmarkað.
Teitur Samuelsen er stjóri P.f. Suðuroyartunlinum. Hann er eisini stjóri í P.f. Eysturoyar- og Sandoyartunlum.
Norskir standardir
Tunlar í Føroyum verða vanliga bygdir eftir norskum trygdarstandardum.
Tað er tað, man kallar N500 honbólkin, og í hesum standardum verður sagt, at ein tunnil, sum er longri enn 10 kilometrar við miðalferðslu upp á 4.000 bilar um dagin, skal helst skal hava ein systurtunnil, sum tað ber til at brúka sum neyðútgongd, um eldur skuldi komið í tunnilin.
Tað er eftir hesum standardum, at SWECO finst at projektinum hjá Norconsult, men nýggja frágreiðingin frá Hoj Consulting setur spurnatekin við, um reglurnar eru galdandi í Føroyum, ella rættari staðfestir hon, at hvørki ES-reglur ella norskir trygdarstandardir eru galdandi í Føroyum.
Skulu tær vera galdandi í Føroyum, eigur tað at verða staðfest politiskt, sigur Hoj Consulting millum annað.
Nýggja váðametingin var eitt av evnunum í Breddanum fyrrapartin. Teitur Samuelsen, stjóri í P.f Suðuroyartunlinum var í útvarpsstovuni.