Landsstýriskvinnan: Stásiligari karmar enn Varpið fáast ikki 

Landsstýriskvinnan: Stásiligari karmar enn Varpið fáast ikki 
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, nýtti høvið at rósa klaksvíkingum fyri at hava bygt mentanarhúsið Varpið, áðrenn hon handar mentanarvirðislønir landsins 
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 19:02

"Mentanarhúsið Varpið hevur verið eitt megnar tak hjá Klaksvíkar kommunu og nógvum góðum fólkum og feløgum, sum hava staðið saman um at fáa hesa víðskygdu verkætlan at gerast til veruleika," staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum í sambandi við, at mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Varpinum í Klaksvík í kvøld. 

"Stásiligari karmar enn hesir fáast ikki," legði hon afturat. 

Sirið Stenberg vísti á, at fyrstu tankarnir um eitt mentanarhús spruttu hjá fólkum úr áhugafeløgum í býnum, ikki minst hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, ið hevði tørv á hølum.

"Í februar 2020 kundi Adelborg Linklett venda fyrsta flagnum fyri mentanarhúsinum. Adelborg fór fyrr í ár í annað ljós, men minnini liva um hesa megnar kvinnu, sum var drívmegin í sjónleikinum í Klaksvík í eitt mannaminni." 

 

Góð hølisviðurskifti ein fortreyt 

Landsstýriskvinnan vísti eisini á, at góð hølisviðurskifti er ein av fortreytunum fyri, at mentan og list kunnu blóma.

"Aðrar fortreytir eru skipanir, ið stuðla undir virksemi og samstarvi. Her hevur ein víðskygdur mentanarpolitikkur alstóran týdning. Listin og mentanin trívast og mennast, tá karmarnir at virka undir eru góðir og tá vítt er til veggja," segði Sirið Stenberg. 


(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

List og mentan hava týdning

Mentanarvirðislønir landsins hava verið handaðar á nærum hvørjum ári í meira enn ein fjórðingsøld og hava tær øll árini verið ein týðandi liður í mentanarpolitikki landsins. 

"Handanin av mentanarviðislønum landsins er eitt gott høvi at vísa á týdningin, ið mentan og list hava fyri samfelagið og at heiðra tey, ið halga sítt virki til mentan og list."

Í kvøld verða tríggjar virðislønir handaðar:

  • Virðisløn til ungt listafólk fyri 2024
  • Heiðursgáva landsins fyri 2024
  • Mentanarvirðisløn landsins fyri 2024. 

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum og á KVF Sjón heimasíðuni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167